Í dag byrjaði Ísrael at koppseta fyrstu børnini í aldursbólkinum 12-15 ár fyri koronu.
Ísraelska heilsumálaráðið mælir til, at mann í fyrsta umfari koppsetir børn í vandabólki, børn, sum hava familjulimir í vandabólki, ella børn, sum í næstum skulu ferðast uttanlands. Men øll, sum eru áhugað, kunnu verða koppsett.
Í farnu viku góðkendi evropeiski heilivágsstovnurin (EMA) koppingarevnið hjá Pfizer/BioNTech til børn millum 12-15 ár, og tað er hetta koppingarevnið, sum Ísrael nú brúkar at koppseta børn við.
Ísrael er millum tey londini í heiminum, sum hava verið skjótast at koppseta fólkið fyri koronu. Uml. 5,5 av teimum 9 mió., sum búgva har, hava fingið fyrru koppsetingina, meðan 5,1 mió. íbúgvar eru liðugt koppsettir, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald