Innanlands

Nú verður farið undir at spreingja inntakið til Eysturoyartunnilin á Rókini

Tað boðar P/F Eystur- og Sandoyartunlar frá

(Mynd: P/F Eystur- og Sandoyartunlar)

(Mynd: P/F Eystur- og Sandoyartunlar)

2018-09-05 13:01 Author image
Oda Strøm
placeholder

Í næstum verður farið undir at spreingja inntakið til Eysturoyartunnilin á Rókini. Tað boðar P/F Eystur- og Sandoyartunlar frá.

Í hesum sambandi er Rókavegurin omanfyri tunnilin grivin av. Tí verður tað næsta árið ella so, meðan portalurin verður stoyptur, ikki gjørligt at koyra eftir Rókavegnum millum Runavík og Toftir. Tá portalurin er liðugur, verður Rókavegurin lagdur aftur oman á tunnilin.

Arbeiðið við at umleggja høvuðsvegin millum Runavík og Rókina, er nú komið so mikið væl áleiðis, at byrjað verður at asfalterað nýggja vegin. Eftir at hetta er gjørt, skal ferðslan koyra eftir nýggja vegnum, meðan arbeitt verður við byggingini av tunlinum. Hetta umfatar m.a. at spreingja inntakið, stoypa inntakið, leggja Rókavegin aftur osfr. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder