Filmsfelagið frumsýndi filmin “Verkir” eftir Karinu & Theresu Jákupsdøtur fyri fullsettum hølum 12. juni og nú verður hann aftur at síggja í Havnar Bio: mánakvøldið 5. august, týskvøldið 6. august og mikukvøldið 7. august kl. 20.30.
Filmurin verður eisini á skránni til Vesturskin, mentanarvikuna í Vágum, sunnudagin tann 18. august kl. 18.00.
"Verkir" er nýggjur føroyskur heimildarfilmur, sum systrarnar Karina og Theresa Jákupsdøtur hava gjørt um broytingina frá at kvinnur áttu heima, til at allar føðingar eftur fáum árum vóru fluttar inn á sjúkrahús.
Birgir Kruse skrivaði soleiðis um filmin:
“Systrarnar hava duga serliga væl at finna heimildarpersónar og fáa tær at siga livandi frá, uttan nakrantíð at gerast staðfestandi keðiligar hjá mannfólki at hyggja at. Hetta kundi jú verið hagtøl og einki annað, men filmurin er so langt frá tí, sum slepst, hóast lyklatøl verða nevnd. Mátin at siga frá, ja samlaða narrativið, er á sjáldsama høgum støði.”
Ummælið av filminum kann lesast her
Samrøðufólk í filminum eru Ingibjørg Rasmussen, Eyðgerð Amanda Petersen, Aslaug Víká Petersen, Helen Joensen, Elina Hammer Olsen, Elsa Hallfríður Rasmussen, Poulina Abrahamsen, Jensa Samson, Jytte Joensen, Durita Hanusardóttar Jacobsen, Rannvá Simonsen, Sigmund Jógvansson, Fríða Jórunardóttir, Annika Beinta Hoydal, Anna Christiansen og Bjørt Joensen Dahl. Onnur luttakandi eru Sóley Martinsdóttir Við Garð, Jaspur Við Garð og Margretha Thomsen.
Jón Klæmint Hofgaard hevur smíðað tónleik til filmin og ljóðmyndina gjørdi Jón McBirnie. Barbara Vang og Karina Jákupsdóttir filmaðu, og Ingilín Strøm gjørdi tekningar. Plakatmyndina, sum Sára Mikkelsen hevur uppsett, hevur Magnus Dam Jacobsen tikið av Rannvá í Baianstovu og dóttrini Lív í 1960.
- Filmsliðið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald