Innanlands

Nýggi musikskúlin verður tikin í nýstlu

Í hesum sambandi bjóðar Tórshavnar Kommuna til hátíðarhald í konserthøllini Hátún.

Nýggi musikskúlin við Landavegin (Mynd: Tórshavnar Kommuna)

Nýggi musikskúlin við Landavegin (Mynd: Tórshavnar Kommuna)

2019-08-15 16:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Kommunan skrivar, at byggiarbeiðið byrjaði í mai 2017. Skúlin er 2.600 m2 íroknað konserthøllina, ið rúmar umleið 300 áhoyrarum. Teknistovan Kontrast hevur teknað, og Húsavarðartænastan bygt. Samlaði byggikostnaðurin er uml. kr. 96,5 mió.

Nýggi musikkskúlin við Landavegin verður tikin í nýtslu í morgin, 16 august, og Tórshavnar kommuna saman við Tórshavnar Musikkskúla bjóða til alment hátíðarhald. Har verða røður og tónleikur. Tiltakið verður kl. 16. í konserthøllini Hátún.

Eftir hátíðarhaldið er skúlin opin til kl. 20. Tórshavnar Kommuna boðar frá, at opið hús er eisini leygardagin kl. 10-18 og sunnudagin kl. 14-18, og øll eru vælkomin á gátt at síggja nýggja bygningin.​

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder