
LÍV Fastogn, sum er partur av LÍV, er farið undir tvær bústaðarverkætlanir: Onnur á Hamrinum á Argjum og hin við Sandin í Klaksvík. Kunningarfundir um bygningarnar eru settir á skrá í næstu viku.
Talan er um nútímans leiguíbúðir, ið verða ætlaðar kundum hjá LÍV. Íbúðirnar verða klárar á sumri næsta ár. Allir kundar kunnu tekna seg til eina íbúð, men tað verður gjørt vart við, at eftirlønarkundar hjá LÍV, sum hava goldið inn regluliga ella nú fáa eftirløn útgoldna, hava framíhjárætt.
Endamálið hjá LÍV Fastogn er at spjaða íløgurnar hjá kundunum og samstundis tryggja, at eftirlønaruppsparingin kemur kundunum og samfelagnum yvirhøvur til góðar.
Á Hamrinum á Argjum verða bygdir tríggir bygningar í fýra hæddum við í alt 33 íbúðum. Íbúðirnar eru millum 105 og 120 brutto fermetrar við ymiskum rúmmøguleikum. Harumframt verður eitt felagshøli til íbúgvarnar.
Við Sandin í Klaksvík verður talan um ein bygning í fýra og fimm hæddum við í alt 3.041 fermetrum býttir upp í íbúðir á 56 til 105 brutto fermetrar.
LÍV Fastogn býður øllum áhugaðum, sum vilja frætta nærri um bústaðarverkætlanirnar, á kunningarfund í viku 40:
- oktober kl. 18-19 verður kunningarfundur um bygningin við Sandin í Klaksvík í Varpinum.
- oktober kl. 18-19 verður kunningarfundur um bygningin á Hamrinum á Argjum á Hotel Hilton í Havn.
Tilmelding krevst. Meira her
Við sandin í Klaksvík er talan um ein bygning við íbúðum í trimum og fýra hæddum. SNA Arkitektar hava teknað
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald