Uttanlands

Nýggj app goymir kvitteringar tá tú keypir við dankorti

Nýggja appin er knýtt at dankortinum, og kann longu brúkast í fleiri handilsketum í Danmark

Mynd: Scanpix

Mynd: Scanpix

2018-07-14 14:06 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í Danmark nýtast fólk ikki longur at leita eftir gomlum kvitteringum, um tey skulu býta eina vøru um ella bara halda skil á roknskapinum.

Fleiri handilsketur eru byrjað at brúka eina app, ið er knýtt at dankortinum. Sostatt verða kvitteringar automatiskt goymt á appini, tá keypt verður við kortinum.

Í Keypmannahavn eru fleiri enn 350 handlar byrjað at brúka nýggju appina, ið hevur heitið Dankort app.

Við at goyma kvitteringar á einari app, kunnu fólk spara uppá pappír, men eisini tíð, nú tey ikki nýtast at brúka tíð uppá at halda skil á øllum kvitteringunum.

Tað er NETS, ið hevur ment nýggju appina.

"Danir fara at gjalda meira og meira gjøgnum fartelefonina, tí tað er lættari, og gjøgnum fartelefonina kann man fáa betri yvirlit," sigur Jeppe Juul Andersen, varðastjóri í NETS, við DR.

Fólk, ið keypa í m.a. Bilka, Matas, Netto, og REMA 1000 kunnu nýta nýggju appina.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder