2022-02-21 08:12
Truth Social, nýggi sosiali miðilin hjá fyrrverandi amerikanska forsetanum, Donald Trump, er nú tøkur.
Sambært Ritzau eru ábendingar um, at appin er sera væl umtókt. Á sosiala miðlinum Twitter hava fleiri víst á, at tey hava tikið appina niður, men at tey nú bíða eftir at sleppa inn.
Truth Social er mentur av Trump Media & Technology, og er at rokna sum eitt alternativ til Twitter. Eisini her kunnu brúkarar fylgja fólkum og evnum, sum tey halda vera áhugaverd.
Ein dagføring á Twitter verður nevnd eitt "tweet", men á Truth Social kann mann deila eina "truth", sum merkir sannleiki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald