Í dag hevur Norðurlandahúsið sjósett nýggju atgongumerkjaskipanina tix.fo, og í tí sambandi verður eisini lýst við eykakonsert til útseldu verkætlanina ”A tribute to the Eagles and Hotel California”.
Tey, sum leitaðu sær inn á nlh.fo at keypa atgongumerki til eykakonsertina, sum heiðrar the Eagles, í morgun, løgdu ivaleyst merki til, at atgongumerkjasíðan er broytt munandi.
Norðurlandahúsið hevur nevniliga gjørt nýtt samstarv við
atgongumerkjaveitaran Tix, við tí fyri eyga at nútímansgera og betra um
keypsupplivingina hjá kundanum.
Nýggja skipanin er lættari at brúka og gevur kundanum fleiri møguleikar, so sum at broyta pláss, eftir at atgongumerkini eru keypt, um ein t.d. vil sita saman við vinfólkum og enntá at broyta, hvørja sýning man fer til á einum afturvendandi tiltaki. Í nýggju skipanini ber til at rinda við gávukorti, og tað ber eisini til at keypa gávukort at prenta út. Perfekt til tær ferðirnar, tá man skal brúka eina gávu í seinastu løtu. Nýggjar keypstreytir eru eisini komnar við nýggju síðuni, so mælt verður øllum kundum til at lesa hesar, áðrenn fyrsta keypið.
Atgongumerki keypast enn, sum áður, við at vitja nlh.fo, men tað ber eisini til at vitja nýggju føroysku síðuna hjá Tix tix.fo. Øll atgongumerki, keypt á gomlu
skipanini eru enn galdandi, og tað er ikki neyðugt at býta tey um.
Tix er norðurlendskur atgongumerkjaveitari, sum arbeiðir einans við
mentanarhúsum. Millum tey, sum nýta Tix teljast Harpa í Reykjavík, Norðurlandahúsið í Íslandi og Stavanger Konserthus.
Eykakonsertin ”A tribute to the Eagles and Hotel California” verður leygardagin 13. oktober kl 17.00 .
Næsta tiltakið á skránni í Norðurlandahúsinum er Útilív Adventure Festival Live,
sum verður fríggjadagin 7. september.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald