Mentan

Nýggj frímerki frá Posta í dag

Í dag gevur Posta út fleiri frímerki – Søguligar postrutur, hernaðarposthús í Føroyum undir seinna heimsbardaga og mánadúgvur

2020-04-27 17:04 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í dag, mánadagin 27. apríl, gevur Posta út fleiri áhugaverd frímerki.

Europa 2020: Søguligar postrutur – tvey frímerki

Postruturnar í Føroyum hava altíð verið truplar. Leiðin gekk ofta yvir illgongd fjøll og svikalig sund.

Fyrra merkið vísir postrutuna millum Klaksvík og Viðareiði og tveir postmenn, sum komu illa fyri á hesi farleið. Teir høvdu verið á Viðareiði við posti og vóru nú ávegis til Klaksvíkar aftur. Tá teir vóru komnir niðaná omanfyri Norðtoftir og skuldu leggja oman til Árnafjarðar, kom illveður á teir við vindi og kavaroki. Teir fingu klórað seg niðan í eina urð nærhendis, har teir laðaðu eitt skýli av grótinum. Men náttin var køld og vindurin nógvur, so fyri ikki at frysta í hel, rivu teir skýlið niður og laðaðu tað upp aftur, ferð eftir ferð. Og soleiðis gekk náttin.

Seinna frímerkið vísir postrutuna Vestmanna – Vágar og avmyndar postbátin “Ólavur VN138”. Fasta rutan hjá Ólavi var hendan: Vestmanna, Fútaklettur, Kvívík, Fútaklettur og Vestmanna aftur. ”Ólavur” sigldi eisini til lítlu bygdina Slættanes í Vágum til seinastu fólkini fluttu av bygdini í 1964.

Listafólk: Anker Eli Petersen

“Hernaðarposthús í Føroyum undir seinna heimsbardaga” – tvey frímerki og eitt smáark

Bretska hervaldið hevði undir krígnum tvey hernaðarposthús í Føroyum. Eitt í Miðvági og eitt á Tinghúsvegnum í Havn. Hesi eru bæði avmyndað á frímerkjunum. Ein fotomynd er av húsinum í Miðvági og ein blýantstekning eftir Ingálv av Reyni er av húsinum á Tinghúsvegnum í Havn. Smáarkið vísir harafturat hermenn frá Lovat Scouts og NMF Corbett kapteyn, frá Royal Navy umframt tey trý stemplini, sum bretska hervaldið brúkti undir krígnum.

Ein sera forvitnislig útgáva, ið lýsir ein áhugaverdan part av føroysku postsøguni, sum ikki áður hevur verið umrøddur.

Sniðgeving: Kári við Rættará


“Mánadúgvur” eftir Díðrik á Skarvanesi (1802-65)

Dímunardrongurin, sum vaks upp á Skarvanesi verður mettur sum ein tann fyrsti føroyski myndlistamaðurin.

Marglittir standa fuglarnir har á rað hvør á síni lítlu høvd og umskarast eitt sindur. Sterkir gulir, bláir, grønir og reyðir puntar lýsa upp millum tær brúnu og svørtu fjaðrarnar. Hóast puntarnir gera eitt vakurt mynstur, síggja vit kortini, at talan er um dúgvur. Eru vit í iva, so stendur niðast á arkinum “Maanens Duuer” – eitt heiti, sum vísir til hugaheimin, ið dúgvurnar hoyra til.

Mánadúgvur, hvat er so tað?

Í dag er ein mánadúgva ein ringdúgva ella ein skógdúgva, men sambært Jens-Kjeld Jensen var tað slagið sera sjáldsamt í Føroyum, har ongin skógur var á Díðriks døgum. Tí er heldur talan um ta nógv oftari sæddu bládúgvuna. Í mun til ringdúgvuna verpur hon bert eitt egg um mánaðin alt várið, so tað er í tí prosaiska týdninginum, at “Maanens Duuer” skal skiljast.

Listafólk: Díðrikur á Skarvanesi

Til ber at lesa meira um frímerkini á www.stamps.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder