Náttúruvísindafólk í Ontario í Kanada eru í ferð við at gera royndir við einari sonevndari kannabisøl.
Kannabisøl er ikki nakað nýtt í sær sjálvum, onnur sløg av kannabisøli eru á marknaðinum. Hesar ølirnar eru alkoholfríar og bryggjaðar úr byggi, ið er kókað í kannabisolju, men nýggja kannabisølin er heilt serlig, tí hon er bryggjað úr stelkinum og rótini á kannabisplantuni.
"At byrja við vóru vit í iva, um til bar at gera øl burturúr kannabisi. Fyrstu royndirnar smakkaðu illa, nakað sum moðið brokkoli," sigur Dooma Wendschuh úr Province Brands, í er fyritøkan, ið stendur aftanfyri nýggju ølina.
"Við hjálp frá evnafrøðingi eydnaðist tað at finna røttu samansetingina av humli, vatni, geri og kannabis. Úrslitið er ein alkoholfrí, glutenfrí øl, ið hevur somu ávirkan sum kannabis.
"Smakkurin er ikki líka søtur sum hjá einari vanligari øl, men man verður skjótari ávirkaður enn tá man etur okkurt, ið inniheldur marijuana".
Wendschuh heldur nýggju ølina vera tryggari og sunnari at drekka enn alkohol, men ásannar, at tær ikki eru vandaleysar.
"Marijuana er ikki gott fyri teg, og okkara øl er ikki góð fyri teg. Man eigur ikki at drekka fimm av teimum um dagin, og man eigur ikki at drekka tær so skjótt sum man kemur upp um morgunin. Tað er yvirhøvur ikki tað, vit meina," sigur Wendschuh við The Guardian.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald