Innanlands

Nýggj kunngerð um sterkstreymsreglugerð sett í verk

Kunngerð nr. 173 frá 1993 um ígildissetan av sterkstreymsreglugerð v.m. er samstundis fallin burtur.

Mynd: Heilsu- og innlendismálaráðið

Mynd: Heilsu- og innlendismálaráðið

2019-07-26 18:28 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sirið Stenberg, landsstýriskvinnan í heilsu- og innlendismálum, hevur sett í verk kunngerð um sterkstreymsreglugerð o.a., ið ásetir reglur um m.a. gerð og rakstur av sterkstreymsútbúnaðum.

Danska sterkstreymsreglugerðin hevur verið í gildi í Føroyum, sbr. kunngerð nr. 173 frá 21. september 1993 um ígildissetan av sterkstreymsreglugerð v.m.

Í Danmark er komin nýggj sterkstreymslóg, og sterkstreymreglugerðin er sbrt. teirri lógini sett úr gildi í Danmark, og kundi hetta skapa iva um, hvørjar reglur galda í Føroyum, skrivar heimasíðan hjá Heilsu- og innlendismálaráðnum.

Nýggja kunngerðin um sterkstreymsreglugerð o.a. er sett í gildi soleiðis, at tað gongur greitt fram av kunngerðini, hvørjar reglur í sterkstreymsreglugerðini framvegis eru í gildi í Føroyum, hóast reglugerðin er tikin av í Danmark. Samstundis verða reglurnar í galdandi kunngerð dagførdar.

Uppskot til nýggja lóg um eltrygd (eltrygdarlógin), varð lagt fyri tingið vár. Tað var eitt av uppskotunum, sum fall burtur tá Løgtingið fór í summarfrí. Eftir ætlan verður uppskotið lagt framaftur komandi tingsetu, og reglurnar í kunngerðini um sterkstreymsreglugerð o.a., sum nú er sett i gildi, verða í gildi, til tær verða avloystar av nýggjum reglum sambært eini nýggjari eltrygdarlóg.

Kunngerð nr. 173 frá 21. september 1993 um ígildissetan av sterkstreymsreglugerð v.m. er samstundis fallin burtur.

Nýggja kunngerðin sæst her.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder