Innanlands

Nýggjur fyrstilærari í Nólsoy

Bára Traustadóttir byrjar í starvinum eftir summarfrítíðina

Bára Traustadóttir (Mynd: Evy Toftegaard Nielsen / Nólsoy Nú & Tá)

Bára Traustadóttir (Mynd: Evy Toftegaard Nielsen / Nólsoy Nú & Tá)

2024-05-16 07:43 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Landsstýrismaðurin við barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, hevur sett Báru Traustadóttir í starv sum fyrstilærara í Nólsoyar skúla frá 1. august í árat rokna.

Bára Traustadóttir í er útbúgvin lærari í 2005 úr Íslandi, og hevur starvast í Nólsoyar skúla síðani 2007, og hevur hon sostatt drúgvar royndir sum lærari í barnaskúlanum.

Bára Traustadóttir er 61 ára gomul og býr í Nólsoy. Umframt læraraútbúgvingina er hon útbúgvin námsfrøðingur í 1984 og hevur arbeitt innan hetta yrki í fleiri ár. Eisini hevur Bára Traustadóttir tikið fleiri skeið, sum stuðla undir fakligu menningina í skúlanum, skrivar Barna- og útbúgvingarmálaráðið. 

[object Object]
(Mynd: Evy Toftegaard Nielsen / Nólsoy Nú & Tá)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder