Innanlands

Nýggjur Lognberg á sambandslistan

Tað verður ikki Gerhard, men sonurin Sámal Hanni, sum stillar upp til løgtingsvalið hesaferð

2019-08-09 08:01 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Gerhard Lognberg, borgarstjóri í Skopun, stillar ikki upp til løgtingsvalið 31. august. Men sambandsflokkurin boðar í dag frá, at ein annar Lognberg er komin á listan, nevniliga sonurin Sámal Hanni.

Sámal Hanni Lognberg er 43 ára gamal og uppvaksin í Skopun. 18 ára gamal giftist hann við Kristu Winther Lognberg og saman eiga tey seks børn og tvey barnabørn. 

Heilt síðan hann var smádrongur, hevur hann havt stóran áhuga fyri politikki og samfelagsviðurskiftum sum heild, skrivar Sambansflokkurin í tíðindaskrivi. 

Sámal Hanni hevur egnað fyritøku, sum hann og konan stovnaðu í 2005. Hettar hevur sjálvsagt við sær, at hann hevur stóran áhugað í vinnulívi og innlit í, hvussu føroyska vinnulívið virkar. 

Síðan hann var 25 ára gamal, hevur hann verið virkin í samkomuleiðslu og hevur tískil eisini eitt serlig hjarta fyri teimum etisku virðunum. 

Av tí, at Sámal Hanni sjálvur gjørdist pápi tíðliga og fekk eina stóra familju, hevur hann nógvar hugsanir um, hvussu føroysku barnafamiljurnar kunnu fáa betri kor, verður sagt. 

Gerhard Lognberg var fyrstu ferð valdur á ting í 2002 fyri Javnaðarflokkin. Hann varð afturvaldur í 2004, 2008 og 2011.

Í november 2013 varð hann koyrdur úr Javnaðarflokkinum vegna samstarvstrupulleikar. Eftir at hava verið leysgangari í nakrar mánaðir, fór hann upp í Sambandsflokkin.

Gerhard kom ikki á ting, tá hann stillaði upp á Sambandslistanum fyri fýra árum síðani. Men hann hevur sitið á tingið nøkur skeið í hesi tingsetuni sum eykamaður. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder