Í Haldórsvík hevur verið arbeitt við at gera kampingøkið, ið er staðsett í grótbrotinum í bygdini. Í løtuni verður tað nýtt til vetrarkamping, ið tað er fullteknað til - í summar verður møguleiki at "kampa sum vanligt" á økinum. Elias Hammer rekur tað. Hetta skrvar Sunda kommuna
Fríggjadagin varð nýggjur bygningur reistur, ið kann nýtast av gestunum. Taðer Bogi Hermansen, timburmeistari, sum hevur bygt húsið, sum eftir ætlan verður innilokað áðrenn jól og til reiðar at taka í nýtslu í vár. Í húsinum eru millum annað trý vesi við brús.
Talan er um ein 65m2 stóran bygning. Fleiri myndir kunnu síggjast á heimasíðuni hjá Sunda kommunu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald