Á býráðsfundi í Tórshavnar Býrá¨hóskvøldið vóru millum annað tvey mál til viðgerðar um bústaðir til eldri í kommununi.
Tað eina málið snúði seg um um- og útbygging av Tjarnargarði, sum trongir til álvarsligar ábøtur. Sum er, eru 10 búpláss til borgarar við demenssjúku í Kristianslon, umframt at dagtilhald er í Tjarnarlon. Bygningurin, sum er frá 1960, var upprunaliga ætlaður til Marinustøðina, og var í 2004 umvældur og tikin í nýtslu sum røktarheim.
Umframt at ábøtur skulu gerast á tak, brunaviðurskifti og á arbeiðsumhvørvið sum heild, hevur Húsaumsitingin hjá Heilsu- og umsorganartænastuni arbeitt við eini ætlan fyri, hvussu ovara hæddin í bygninginum kann takast í brúk, soleiðis at brúkarar av dagtilhaldinum fáa betri umstøður. Við tað at dagtilhaldið flytur upp á loftið, er uppskot frammi um eina altan, soleiðis at brúkarin kann fara út at fáa sær fríska luft uttan at noyðast gjøgnum trappur.
Harafturat skal glasbygningur gerast millum báðar bygningarnar. Við at binda bygningarnar saman kann fáast meira skynsamur rakstur í arbeiði hjá starvsfólkunum á stovninum.
Eisini verður køkurin á Tjarnargarði útbygdur við stórkøki. Sum er, fáa búfólkini mat frá Lágargarði, tí núverandi køkur ikki lýkur krøvini til matgerð til mong. Hetta samsvarar illa við hugsjónina hjá Tórshavnar kommunu um at røktarheimini skulu vera so heimlig sum gjørligt, sum millum annað inniber at brúkarin fær kensluna og angan av heimagjørdum mati.
Tørvur er á røktarplássum í kommununi, og við umvælingini av Tjarnargarði koma sjey nýggj pláss, har hvørt kamar hevur egið vesi. Meðan bíðað verður eftir at umlættingar- og rehabiliteringsdepilin væntandi verður klárur í 2019, hevur kommunan sæð seg noydda at leiga búpláss í øðrum kommunum, skrivar Tórshavnar kommuna.
Í gjárkvøldið samtykti býráðið uppskotini um um- og útbyggingina av Lágargarði og um at leigumálið við VEKS skal halda fram.
- Her er talan er um nýhugsan á demensøkinum, har tú samantvinnar umlætting, føst búpláss, dagtilhald og kvøldtilhald til dement. Hetta er ikki roynt áður og talan er um at veita borgarum við demensi best hugsandi hjálpina, soleiðis at tey kunnu vera á einum stað, og harvið kendum stað, alt eftir hvør tørvurin er, sigur Annika Olsen, borgarstjóri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald