Uttanlands

Nýsæland fer at lata upp fyri koppsettum ferðafólkum

Landamørkini, sum hava verið stongd fyri útlendskum ferðafólkum síðan mars 2020, lata uppaftur fyrst í komandi ári – tó ikki fyri øllum

Størsta flogfelagið í Nýsælandi, Air New Zealand, fer at krevja, at øll ferðafólk á altjóða flúgvingum eru liðugt koppsett (Mynd: EPA)

Størsta flogfelagið í Nýsælandi, Air New Zealand, fer at krevja, at øll ferðafólk á altjóða flúgvingum eru liðugt koppsett (Mynd: EPA)

2021-10-03 12:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nýsælendsku landamørkini hava verið stongd – við fáum undantøkum – fyri útlendskum ferðafólk síðan mars 2020, men fyrst í komandi árinum verður væntandi latið uppaftur. Tó ikki fyri øllum.

Tá landamørkini lata upp, verður krav, at útlendsk ferðafólk skulu vera liðugt koppsett fyri koronu fyri at sleppa inn í landið.

Chris Hipkins, sum stendur á odda fyri arbeiðnum hjá nýsælendsku stjórnini móti koronu, sigur, at hetta er eitt týðandi stig í teirra strategi.

Kravið um koppseting verður tó ikki galdandi fyri nýsælendskar ríkisborgarar, flóttum, ungum undir 17 ár, ella persónar, sum av heilsuávum ikki kunnu koppsetast.

Størsta flogfelagið í Nýsælandi, Air New Zealand upplýsir í dag, sambært Ritzau, at felagið eisini fer at krevja, at øll ferðafólk á altjóða flúgvingum eru liðugt koppsett.

Nýsæland var millum fyrstu londini, sum lat landamørkini aftur, tá korona byrjaði at gera um seg í fjør. Landið við góðum fimm mió. íbúgvum, hevur higartil skrásett 4.352 smittutilburðir og 27 andlát í sambandi við koronu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder