2019-08-13 19:18
Leingi hevur ein sparkivøllur verður í Syrðugøtu, og nú ber til at sparka har á nýggjum undirlagið. Eysturkommuna skrivar á heimasíðu sínari, at í summar varð nýtt graslíki lagt á vøllin.
Nýggja graslíkið er uttan gummi-granulat, og er sostatt meira umhvørvisvinarligt. Í framtíðini verður tað allarhelst eitt UEFA-krav, at graslíkisvallir ikki hava hetta í. Ístaðin fyri gummi-granulatið, er ein mátta undir graslíkinum. Máttan ger at vøllurin kennist bleytari.
Graslíkið er frá Idé Møblum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald