Hitabylgja herjir aftur í Evropa, og í gjár var hon orsøkin til, at nýtt hitamet varð sett í fleiri londum.
Í Belgia kom hitin uppá 38,9 stig og sostatt er gamla hitametið á 38,8 frá 27. juni 1947 sligið.
Sambært Politiken varð hetta metið sett á Kleine-Brogel hernaðarstøðini uml. 100 kilometrar frá høvuðsstaðnum, Brússel og nær við markið til Týskland.
Í Belgia hevur hitabylgjan órógvað ferðsluna, og elvt til, at fleiri trygdarávaringar vórðu sendar út í landinum. Veðurfrøðingar vænta, at tað kann gerast enn heitari í dag.
Sambært The Guardian vórðu eisini nýggj hitamett sett í Hollandi og í Týsklandi.
Seinnapartin í gjár varð hitin máldur 39,2 stig nærindis hollendska býnum Breda. Gamla metið frá august í 1944 var 38,6 stig.
Sambært týsku veðurtænastuni DWD, heldur mann, at gamla hitametið á 40,3 varð sligið við 0,2 stigum í býnum Geilenkirchen, ið liggur nær við markið til Holland og Belgia. Men hetta er tó ikki heilt greitt enn.
Sambært BBC verður hildið, at nýtt hitamet verður sett í franska høvuðsstaðnum, París í dag. Núverandi metið er frá 1947, tá hitin í býnum varð máldur til 40,4 stig.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald