2019-07-25 15:48
Dagurin í dag gjørdist heitasti dagurin, sum nakrantíð er skrásettur í franska høvuðsstaðnum, París.
Sambært The Guardian varð hitin máldur 40,6 stig um klokkan hálvgum tvey í dag (lokaltíð), og sostatt er gamla metið á 40,4 stig, sum varð skrásett í juli í 1947, sligið.
Í gjár vórðu eisini nýggj met sett í Týsklandi, Belgia og Hollandi, og roknað verður við, at veðrið gerst enn heitari í dag. Eisini vænta veðurfrøðingar, at nýtt hitamet kann verða sett í Bretlandi í dag, har núverandi metið er 38,5 stig, sum varð mált í Kent í august 2003.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald