Mentan

Nýtt met á hittlistanum hjá Billboard

Lil Nas X misti fyrsta plássið á Hot 100-listanum til Billie Eilish. 19 vikur er nýtt met

Billy Ray Cyrus og Lil Nas X. Lag við teimum hevur ligið 19 vikur á fyrsta plássi á Hot 100 listanum hjá Billboard

Billy Ray Cyrus og Lil Nas X. Lag við teimum hevur ligið 19 vikur á fyrsta plássi á Hot 100 listanum hjá Billboard

2019-08-20 11:28 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eftir at hava ligið á øðrum plássi í níggju vikur, kom lagið ’Bad Guy’ hjá 17 ára gomlu Billie Eilish nú upp á fyrsta plássið á Hot 100-hittlistanum hjá amerikanska tónleikatíðarritinum.

Harvið gjørdist hon eisini tað fyrsta listafólkið, borið í heim í hesi øldini, sum nær fyrstaplássinum á hesum lista.

Sangur hennara ’Bad Guy’ hevur verið nógv frammi síðan tíðliga í ár, men ikki fyrr enn nú røkk hon ovasta plássið í heimlandi hennara, USA.

Lagið, sum mátti lúta av fyrsta plássi, fyribils í hvussu so er, er ’Old Town Road’ hjá Lil Nas X og Billy Ray Cyrus, sum hevur ligið ovast í ikki rætti enn 19 vikur, sum er nýtt met.

”Til lukku Billie Eilish! Tú hevur tað uppiborið!” skrivar Lil Nas X á Twitter, sum ikki tykist harmur um at hava mist fyrsta plássi.

Billie Eilish verður 18 ár í desember, og hennara melankolsku poppsangir hava gingið sína sigursgongd síðan fyrsta fløga hennara, ’When We All Fall Asleep, Where Do We Go?” kom út í mars mánaði.

Nýggja lagið á fyrstaplássinum:

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder