Innanlands

Nýtt slag av snultisoppi funnið í Føroyum

Ein av soppunum í sjónvarpsrøðini ”The last of us” er staðfestur á Velbastað

2024-05-15 17:46 Author image
Innsent
placeholder

Snultisoppaslagið ’Ophiocordyceps gracilis’ er nýtt soppaslag í Føroyum. 

Nýggja slagið av soppi var funnið á árliga ruddingardegnum á Velbastað um vikuskiftið. Plantufrøðingurin á Tjóðsavninum, Kolbrún í Haraldsstovu, sum býr í bygdini, gekk og tók rusk upp framvið vegnum og hevði sjálvandi eitt vakið eyga við tí, sum vaks rundanum. Á bønum beint oman fyri vegin stakk soppaslagið seg upp í mosalendinum umleið 3 cm til longdar.

Í samstarvi við Thomas Holm Carlsen, lívfrøðing frá Norska stovninum, NIBIO, var staðfest, at talan er um eitt slag av soppi, sum ikki er staðfest í Føroyum áður.

Ophiocordyceps gracilis’ er í familju við somu soppasløgini, sum hava givið íblástur til væl umtøktu sjónvarpsrøðina ”The last of us”. Ein røð, sum er um sombifiserað menniskju feingin av soppi, tó snultar hetta soppaslagið bert ormveruna hjá náttfirvaldi. Soppaslagið er skrásett ymsastaðni í Skandinavia, tó er lítil vitan um útbreiðsluna og lívfrøðina av hesum soppaslagi.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder