Innanlands

Nýtt sølutorg við bátabrúgvarnar í Klaksvík

Í vikuskiftinum varð Neystið sett upp við bátabrúgvarnar. Stigtakari er Hjaltur Poulsen. Talan er um eitt stað har til ber at selja føroyska matframleiðslu

"Neystið" er til øll at brúka, og á facebook síðuni Neystið ber til at boða frá, um ynski er at selja føroyska matframleiðslu (Mynd: klaksvik.fo)

2021-08-30 17:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Klaksvíkar kommuna skrivar á heimasíðu sínari, at ymiskar royndir hava verið við bátabrúgvarnar, har smáu smátturnar hjá kommununi hava verið karmur um sølu av millum annað turrum kjøti, kjøtpylsu, rullupylsu, røstum seyðarhøvdi, blóðpylsu, garnatálgi, rabarbusúltutoy og turrum lambstjógv. 

Atli S. Justinussen, formaður í havnanevndini, sigur, at Klaksvíkar kommuna arbeiðir við at menna umstøðurnar til hetta endamálið, men at enn er ikki endaliga komið á mál.

- Tá ið privat fólk hava áræði og hugskot, so hevur tað týdning at kommunan spælir við. Tí hava vit givið loyvið at seta Neystið upp. Kommunan letur lendið, streym og vatn, men samskipan og myndugleikaloyvir tekur stigtakarin sær av.

[object Object]

Hjaltur Poulsen og sonurin Pol Eydfinn hava seinastu tvær vikurnar dagarnar bygt Neystið, sum millum annað er bygt úr tilfari frá gomlu bátabrúgvunum og við góðari hjálp frá TTS. Teir báðir siga við heimasíðuna hjá kommunua, at Neystið er til øll at brúka, og á facebook síðuni Neystið ber til at boða frá, um ynski er at selja føroyska matframleiðslu.

Tíðliga í summar boðaði kommunan frá, at lokalir matframleiðarar hava møguleika at selja sínar matvørur í smáttunum, sum eisini hava staðið við bátabrúgvarnar. Hesar verða í næstum aftur at síggja við bátabrúgvarnar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder