Innanlands

Nýtt tema um løgtingsvalið á undirvísingarportalinum Snar

Snar ger nýggja temasíðu um løgtingsvalið, og tí heita tey á politisku flokkarnar um at senda eitt videobræv til næmingarnar, so teir kunnu venja seg við at síggja ein politikara tosa og at meta um tað, sum verður sagt

2019-08-08 19:00 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Undirvísingarportalurin Snar ger nýggja temasíðu um løgtingsvalið, har tey heita á politisku flokkarnar at senda eitt videobræv til næmingarnar.

Tí hevur Snar sent soljóðandi skriv til allar flokkarnar, sum stilla upp:

Góðu flokkar

Nýtt tema á undirvísingarportalinum Snar er um løgtingsvalið 2019.

Til nýggju temasíðuna fara vit at bjóða øllum politisku flokkunum at senda okkum ein videofilm, sum er ein minutt til longdar og vendir sær til næmingar, ið eru 14 ár og eldri.

Filmurin byrjar við persónliga setninginum: “Góði næmingur...” og endar við útgangsorðunum: “Tit hava ikki valrætt enn, men næstu ferð er valið tykkara. Tá eiga tit at minnast til at velja ...(navnið á flokkinum)”.

Endamálið er at venja næmingin at síggja ein politikara tosa og at meta um tað, sum sagt verður.

Formaðurin í politiska flokkinum tosar, ella eitt annað valevni, sum floksformaðurin velur.

Upptøkan kann vera gjørd við fartelefon, men andlitið á tí, sum tosar skal verða sjónligt og røddin skal hoyrast væl.

Lidna upptøkan verður send til okkara margmiðlasmið.

Vit ringja til tykkara at avtala nærri.

Vónandi hevur hetta tykkara áhuga.

Her sæst temasíðan hjá Snar um løgtingsvalið.

- Nám

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder