Uttanlands

Nýval hevði ikki loyst stillistøðuna í svenskum politikki

Nýggj veljarakanning vísir, at støðan hevði verið tann sama, um nýval varð

Stefan Lofven roynir enn at skipa stjórn

Stefan Lofven roynir enn at skipa stjórn

2018-12-04 10:12 Author image
Ari av Rana
placeholder

Nýval hevði ikki loyst stillistøðuna í svenskum politikki, har eingin stjórn er skipað, hóast næstan tveir mánaðir eru farnir síðani valið.

Nýggj veljarakanning vísir, at støðan hevði verið tann sama. Kanningin leggur harvið trýst á partarnar um at finna eina loysn á stillistøðuna.

Stillistøða er, tí at Svøríkidemokratarnir eru í tí støðu, at báðir blokkarnir í svenskum politikki illa fáa skipað stjórn uttan hendan flokkin. Men eingin av blokkunum ynskir at skipað stjórn saman við Svøríkidemokratunum.

Sosialdemokratarnir, Teir Grønu og Vinstriflokkurin fáa tilsamans 42,9% av atkvøðunum í nýggju veljarakanningini í mun til 40,7 % til valið. Hin blokkurin fekk 37,5% av atkvøðunum í veljarakanningini, sum er ein afturgongd frá valinum, har teir fingu 40,3%. Svøríkidemokratarnir fáa 18,3% í veljarakanningini í mun til 17,5% til valið, skrivar Reuters.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder