Fyrst í komandi mánaði kemur núverandi amerikanski forsetin, Donald Trump, til Danmarkar. Seinast í september kemur forsetin, ið sat áðrenn Trump, til landið.
Musikkens Hus í Aalborg skipar fyri tiltakinum: 'A Conversation with President Barack Obama'. Hetta er ætlað vinnulívinum, og atgongumerkini kosta ímillum 3500 og 8500 kroner.
Tann 44. forsetin í USA fer millum annað at tosa um leiðaraskap. Tað verður ikki møguleiki at seta Obama spurningar, kunnar Musikkens Hus um.
58-ára gamli Obama var í Kolding í fjør, og meðan hann var forseti, var Barack Obama eisini í Danmark. Borgarstjórin í Aalborg sær hetta sum nakað stórt, og nøkur hundrað lesandi á Aalborg Universitet verða bjóðaði við.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald