Uttanlands

Obama-hjúnini mest hámettu fólk millum amerikanarar

Michelle Obama hevur tikið fyrsta plássið frá Hillary Clinton

(Savndmynd: EPA)

(Savndmynd: EPA)

2018-12-28 17:12 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Hvønn mann og hvørja kvinnu í heiminum hámetir tú mest?

Henda spurningin stillar Gallup á hvørjum ári amerikanarar í eini stórari kanning. Og fyri 11. ferð á rað endaði Barack Obama ovast á hesum listanum í ár.

Men sum nakað nýtt, endaði kona hansara, Michelle Obama, á fyrsta plássi yvir mest hámettu kvinnurnar.

Fyrrverandi forsetafrúan, senatorurin, uttanríkisráðharrin og forsetavalevnið, Hillary Clinton, hevur annars verið vald undanfarnu 17 árini.

15 prosent av amerikanarunum hava sagt Michelle Obama vera ta kvinnuna, tey mettu hægst, meðan sjónvarpsverturin Oprah Winfrey kemur henni næst við fimm prosentum.

Ein júst útkomin bók við endurminningum og ein longri fyrilestraferð hevur helst verið við til at seta ljósið meira á Michelle Obama í ár enn frammanundan.

Hillary Clinton, hinvegin, hevur trekt seg alt meira burtur frá ljóskastarunum. Hon er nú nummar trý á listanum við fýra prosentum, beint framman fyri núverandi fyrstufrúnni, Melania Trump.

Heili 19 prosent av amerikanarum hava valt Barack Obama sum mest virda mannfólk framman fyri Donald Trump, forseta, sum fær undirtøku frá 13 prosentum. Trump er bert annar forsetin, sum ikki hevur megnað at koma ovast á henda listan. Hin er Gerald Ford.

Listin er gjørdur á hvørjum ári síðan 1946, 1976 tó undantikið.

Um Barack Obama verður valdur á fyrsta pláss einaferð afturat, so kemur hann ájavnt í fyrstaplássum við fyrrverandi forsetan Dwight Eisenhower.

Bretska drotningin, Elisebeth, er tó tann mest haldbæra á listanum. Hon hevur í 50 ár ligið innan fyri topp-10. Í ár gjørdist hon nummar fikk.

Mest hávirdu menn millum amerikanarar:
Barack Obama - 19 %
Donald Trump - 13 %
George W. Bush 2 %
Frans pávi 2 %
Bill Gates 1 %
Bernie Sanders 1 %
Bill Clinton 1 %
Dalai Lama 1 %
Joe Biden 1 %
Elon Musk 1 %
Mike Pence 1 %

Mest hávirdu kvinnur millum amerikanarar:
Michelle Obama - 15 %
Oprah Winfrey - 5 %
Hillary Clinton - 4 %
Melania Trump - 4 %
Elizabeth drotning - 2 %
Angela Merkel - 2 %
Ruth Bader Ginsburg - 2 %
Ellen DeGeneres - 2 %
Nikki Haley - 1 %
Malala Yousafzai - 1 %
Nancy Pelosi - 1 % 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder