Melduródnin Mangkhut, ið hevur dripið í minsta lagið 14 fólk í Filipsoyggjunum í nátt, fer væntandi at krevja uppaftur fleiri mannalív, tá hon heldur á fram móti Hong Kong og Suðurkina.
Sambært Philip Khokar, frásøgufólk hjá DR, eru fólk í Hong Kong tó von við melduródnir, og vita tey, hvat tey skulu gera í einari slíkari støðu.
"Tað er verri í Suðurkina, har fleiri milliónir fólk, ið sum heild eru meira fátøk búgva, og tí má mann bert vóna, at tey eisini eru eins fyrireikaði," sigur hann.
Komandi tímarnir verður Hong Kong fullkomiliga afturlatin fyri at tryggja fólk móti herviligastu ódnini, ið nakrantíð hevur rakt býin.
Væntað verður, at ódnin fer at raka Suðurkina og Hong Kong fyrrpartin í morgin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald