
Mánadagin var stuttur tingfundur, og nú er arbeiði hjá nýggja tinginum av álvara við at fara í gongd.
Í dag verður lagt út klokkan 11 við ófráboðaðum fyrispurningum. Tað er fyrstu ferð í hesari tingsetanini, at hetta er á skránni, og har kann nógv ymiskt koma fram.
Síðani standa tríggjar 1. vigerðir av málum á skránni. Fyrst er tað eitt uppskot um almannapensjónir, ið millum annað snýr seg um lættari atgongd hjá fyritíðarpansjónistum at flyta millum Føroyar, Danmark og Grønland. Hetta verður beint í Trivnaðarnevndina.
Eftir hetta eru tað tvær viðgerðir av uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri november: Eitt er ein umbøn um bíðiløn til tingfólk, og ein er umbøn um meira pening til spilloljuverkið hjá IRF. Málini standa til at verða beind í Fíggjarnevndina eftir viðgerð.
Til seinast er ein framløga á skránni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald