Uttanlands

Ognir hjá Frank Sinatra seldar á uppboðssølu fyri 61 milliónir krónur

Forlovilsisringurin hjá konuni, Barbara Sinatra, varð seldur fyri 11 milliónir

Mynd: Scanpix

Mynd: Scanpix

2018-12-08 20:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár var ein rúgva av ognunum hjá sangaranum Frank Sinatra seld á uppboðssølu í New York.

300 einstaklingar úr 30 londum bjóðaðu uppá mongu ognirnar, og tá uppboðssølan var liðug, varð greitt, at ognirnar hjá Frank Sinatra og 4.konu hansara, Barbara, vórðu seldar fyri til samans 61 milliónir krónur, sambært DR.

Forlovilsisringurin hjá Barbaru Sinatra varð seldur fyri 11 milliónir krónur. Ringurin hevði ein 20 karat diamant. Frank Sinatra koyrdi hann í botnin á eitt champagnuglas, tá hann skuldi fríggja í 1976.

Eisini fór ein jakki hjá Frank Sinatra fyri uml. 230.000 krónur.

Millum ognirnar vóru eisini gávur, sum Frank Sinatra hevði fingið frá fyrrverandi amerikanskum forsetum. M.a. ein mynd við autografi frá Richard Nixon, Gerald Ford, Jimmy Carter og Ronald Reagan. Myndin fór fyri 450.000 krónur.

Frank Sinatra er kendur sum ein av størstu amerikansku tónleikarunum í 20. øld. Hann er serliga kendur fyri sangir sum "New York, New York" og "My Way".

Frank Sinatra andaðist í 1998, 82 ára gamal. Áðrenn kona hansara, Barbara doyði í fjør, gav hon loyvi til, at ognir teirra kundu verða seldar á uppboðssølu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder