Uttanlands

Ógvuslig spreinging í París kravt trý mannalív

47 fólk fingu skaða, og 10 teirra eru álvarsliga særd

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2019-01-12 19:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein ógvuslig spreinging í franska høvuðsstaðnum kravdi í morgun trý mannalív. Talan er um tvey sløkkiliðsfólk og eina spanska kvinnu.

Eisini fingu 47 onnur skaða, og 10 teirra eru álvarsliga særd, skrivar DR.

Spreingingin hendi í einum bakaríi, og sambært fronsku myndugleikunum vóru sløkkiliðsfólk á staðnum og kannaðu ein gassleka, tá tað hendi.

Uml. 200 sløkkiliðsfólk hava verið partur av bjargingararbeiðnum, og hava tey nú fingið tamarhald á støðuna. 

Sambært myndugleikunum bendir alt á, at talan var um eitt óhapp.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder