Ein harðlig melduródn er nú ávegis móti indiska landslutinum Gujaret.
Líkt er til, at ódnin, sum longu hevur kravt 12 mannalív, verður tann ringasta, sum landsluturin hevur upplivað í meira enn tvey áratíggju.
Sambært Ritzau eru uml. 150.000 persónar rýmdir úr heimi teirra, meðan myndugleikarnir hava stongt havnir og størstu floghavnirnar.
– Hetta verður tann ógvusligasta melduródnin, sum fer at raka Gujarat í 20 ár. Hon kann samanberast við einari melduródn frá 1998, sum rakti Kandla og elvdi til stóran skaða, sigur Pankaj Kumar, ráðharri í landslutinum.
Melduródnin hevur fingið navnið Tauktae, og hevur hon longu rakt fleiri strandarøki á indisku vesturstrondini. Ódnin væntast at raka Gujarat mánakvøldið, lokala tíð.
Umframt at Tauktae hevur kravt 12 mannalív, hevur hon eisini elvt til stóran skaða, og hevur hon m.a. elvt til stóra vatnflóð í stórbýnum Mumbai.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald