2018-12-16 12:40
Eitt ógvusligt eldgos í Indonesia hevur slongt øsku 7.500 metrar upp í luftina.
Tað skrivar DR.
Tað er 1800 metrar høga Soputan-gosfjallið á norðara partinum av indonesisku oynni Sulawesi, sum goysir.
Hetta hendi tvær ferðir í dag, og íbúgvar á oynni hava fingið boð um at halda seg burtur frá gosfjallinum.
Sulawesi er 3. størsta oyggin í Indonesia.
Myndugleikar óttast fyri, at glóðheitt lava fer at renna niður í áir og vøtn. Ein partur av íbúgvunum á oynni hava eisini fingið boð um at nýta andlitsmaskur sum verju móti øskuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald