2018-09-06 09:24
Fleiri hús eru jarðað, og umleið 3 milliónir húsarhald eru uttan streym, eftir at ein jarðskjálvti rakti oynna Hokkaido í Japan. Tað skrivar AFP tíðindastovan.
Sambært Japan Meteorological Agency varð jarðskjálvtin máldur til 6,7 á Richterskalanum.
Í minsta lagi fýra fólk hava latið lív, og 290 eru særd. Eisini verður hildið, at nógv fólk liggja jarðað undir omanlopum.
Episentrið á jarðskjálvtanum var eystanfyri býin Tomakomai, sum liggur 68 kilometrar frá størsta býnum á oynni Sapporo. Rystingar merktust eisini í Sapporo, har 1,9 milliónir fólk búgva.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald