Í París eru tey alt annað enn nøgd við bensinprísirnar. Hetta hava fólk gjørt vart við í eina tíð, og millum annað seinasta vikuskifit var ófriðarliga orsakað av óðum mótmælisfólki.
Í morgun hevur løgreglan havt úr at gera. Vatnkanónir og eisini táragass eru nýtt ímóti mótmælisfólkunum, ið royndu at bróta ígjøgnum eina trygdarfyriskipan á Champs Elysees.
Miðskeiðis í franska høvuðsstaðnum, beint við Sigursbogan, eru áleið 5500 fólki í gulum vestum og gera vart við sína ónøgd. Sonevnda Yellow Vest -rørslan vísur sína ónøgd yvir, at tað er vorðið dýrari at liva; millum annað viðvíkjandi hægri prísi uppá diesel. Hetta skrivar heimasíðan hjá TV2.
"Gulu Vestarnir"(gilets jaunes) gera vart við seg við Sigursbogan (Mynd: EPA)
Mótmælisrørslan hevur ikki nakað politiskt tilknýti, men mynduleikar óttast fyri at víðgongd á bæði høgra og vinstra vonginum hava trongt seg inn í rørsluna. Tað er eisini ógvusligt; steinar eru kastaðir ímóti løgregluni, mótmælisfólk hava fingið snuddir og upplýst er, at í minsta lagi 39 eru handtikin í París í morgun.
Uttanlands
Ógvusligur samanbrestur í París
Mótmælisfólk og løgreglan eru brostin saman í franska høvuðsstaðnum í morgun. Eini 40 fólk eru handtikin
2018-12-01 11:15
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald