Innanlands

Ókeypis íbúð í 8 mánaðir fyri at lesa bókmentir og mál í Íslandi

Um tú ætlar at lesa íslendskt mál og bókmentir kanst tú fáa stuðul til íbúð í samanlagt 8 mánaðir

Mynd: Háskóli Íslands/Facebook

Mynd: Háskóli Íslands/Facebook

2018-08-02 19:02 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

- Íslendska Mentamálaráðið bjóðar føroyingum at søkja stuðul í samanlagt 8 mánaðir til lestur í íslendskum máli og bókmentum á Háskóla Íslands lestrarárið 2019/2020. 

Tað skrivar Fróskaparsetur Føroya á heimasíðu síni. 

Skipanin er gomul og nakrir føroyingar hava fingið stuðulin áður, men tað munnu samanlagt vera fáir føroyingar, sum hava lisið íslenskt mál og bókmentir í Íslandi. 

Stuðulin er skipaður soleiðis, at mentamálaráðið útvegar bústað í studentagarðinum, og so verður leigan goldin í 8 mánaðir. 

Umsóknarbløð kunnu fáast á seturskrivstovuni ella á heimasíðuni  www.arnastofnun.is

Umsóknarfreistin er 1. desember 2018. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder