Innanlands

Okkara ungdómur skal búgva og virka í Føroyum

-Øll tey, sum eru ung í dag, skulu liva og virka í Føroyum í 2035. Hetta varð høvuðsboðskapurin hjá formanninum í Føroya Arbeiðsgevarafelag, Jón Sigurdsson, tá hann beyð vælkomin til ársins Vinnudag í Norðurlandahúsinum og legði hann aftrat, at ungdómurin er ein av høvuðsmotorunum í okkara samfelagi, og tað eru møguleikarnar hjá teimum, sum vit serliga eiga at hugsa um.

 

Jón Sigurdsson, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag: -Kappingarførið í einum samfelag snýr seg ikki bara um vinnupolitiskar karmar og krónur og oyru. Tað snýr seg eisini um alt tað, sum ikki verður sett upp í einum rokniarki. Tað snýr seg eisini um trivnað, bjartskygni og møguleikar.

  Jón Sigurdsson, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag: -Kappingarførið í einum samfelag snýr seg ikki bara um vinnupolitiskar karmar og krónur og oyru. Tað snýr seg eisini um alt tað, sum ikki verður sett upp í einum rokniarki. Tað snýr seg eisini um trivnað, bjartskygni og møguleikar.

2022-09-30 16:55 Author image
Jan Müller
placeholder

Hann segði m.a.:

-Øll tey, sum eru ung í dag, skulu liva og virka í Føroyum í 2035.

Tað haldi eg vera eitt gott og neyðugt mál at seta sær.

Júst sum SEV hevur sett sær fyri, at øll orka á landi burturav skal vera grøn í 2030, so eiga vit eisini at stremba eftir at fáa allan okkara ungdóm at búgva í Føroyum í 2035.

Tað krevur eitt stórt tak, men vit eru á rættari kós. Lukkast tað støðugt at tillaga og bøta um tað, sum riggar minni væl, so fer føroyski arbeiðsmarknaðurin at draga uppaftur fleiri fólk at sær.

[object Object]

Kappingarførar Føroyar kalla vit dagførdu og framfýsnu vinnusjónarmiðini, sum Føroya Arbeiðsgevarafelag fer at kunngera seinni í dag. Tað eru tilmæli til politisku skipanina um, hvørjar grundreglur, vit halda, at politiska skipanin eigur at halda seg til í førda vinnupolitikkinum. Tað er innan burðardygd, skatt, arbeiðsmarknað, útbúgving og gransking, talgildan og fysiskt undirstøðukervi og annað, sum geva vinnuni bestu karmar at gagnnýta okkara tilfeingi, og at skapa sunnan vøkstur og burðardygga virðisøking í føroyska samfelagsbúskapinum.

Men kappingarførið í einum samfelag snýr seg ikki bara um vinnupolitiskar karmar og krónur og oyru. Tað snýr seg eisini um alt tað, sum ikki verður sett upp í einum rokniarki. Tað snýr seg eisini um trivnað, bjartskygni og møguleikar.

Størsta og virðismiklasta tilfeingi í okkara samfelag eru fólk. Fólk sum vaksa upp. Fólk, sum læra. Fólk, sum framleiða. Fólk, sum hugsa nýtt og skapa. Fólk, sum geva burtur av sínari orku og vísdómi. Vit geva øll okkara serstaka íkast, so tað bæði verður stuttligari og liviligari at virka í Føroyum.

Tað tilfeingið mugu vit hjúkla um.

Úr útlondum er beinhørð kapping um knáu føroysku starvsfólkini. Tað hevur tað altíð verið, og tað fer tað altíð at vera. Vit hava einki annað val enn at taka kappingina upp.

Her og aðrastaðni er trot á starvsfólkum, og hóast døkk útlit eru fyri heimsbúskapin, so fer trotið á skikkaðum starvsfólkum eftir øllum at døma bara at vaksa komandi árini. Tað ger, at sum arbeiðsmarknaður skulu vit alla tíð virka fyri, at tað alsamt gerst meira freistandi at taka við arbeiðsuppgávum her heima heldur enn aðrastaðni.

Í Føroya Arbeiðsgevarafelag fegnast vit um virkishugin í føroysku vinnuni. Fleiri fyritøkur mennast í stórum, og standa seg oftast betri í kappingini enn fyritøkur aðrastaðni. Kanska ikki í stødd, men í førleikum. Nýggj og øðrvísi størv verða skapt alla tíðina, sum seta krøv til aðrar førleikar. Tað ger, at tað verður støðugt meira lokkandi hjá teimum ungu at arbeiða í Føroyum.

Sum eg nevndi íáðni, so skulu vit eisini tillaga og bøta um tað, sum riggar minni væl.

Støðan er, at tað er ikki bara arbeiði til allar hendur – men tað eru ov fáar hendur til øll arbeiðini. Vit vita, at fleiri fyritøkur eru noyddar at takka nei til bíleggingar, tí arbeiðsorkan er ov lítil.

Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at almenni geirin eigur at vera endurskoðaður meira gjølla. Eitt er, at útreiðsluvøksturin skal tálmast. Nakað annað er, at vit eiga at kanna, hvussu tað ber til at effektivisera almennu skipanina og lata arbeiðsorku leysa, sum privati geirin skríggjar eftir.

Vit hava eisini fyrr víst á, at serligar stuðulsskipanir og serskipanir, sum føroyingar, ið arbeiða uttanlands fáa, eiga at vera strikaðar. Tað hevði styrkt okkara kappingarføri.

Fíggjarlógaruppskotið fyri 2023 varð lagt fram fyrrapartin, og samgongan hevur millum annað lagt upp til ein skattalætta. Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur í mong ár mælt til at lækka marginalskattin á lág- og miðalinntøkur, so tað verður spennandi at síggja smálutirnar í uppskotinum. Skattaskipanin skal ongantíð vera avgerandi fyri, at føroyskir løntakarar fara av landinum at arbeiða. Skattaskipanin skal eggja til, at tað altíð loysir seg at taka eitt eyka tak, sum kann stuðla undir størri framleidni. Føroyska vinnuskattin í síni heild halda vit hinvegina vera kappingarføran í altjóða høpi, sum støðan er nú.

Vit mugu allatíðina ansa eftir, at skattaskipanin hvørki tarnar huginum at arbeiða ella hugin at gera íløgur, so vit á hesum øki eisini eru kappingarfør við tey samfeløg, sum vit kappast ímóti.

[object Object]

Hetta er ein baldrutt tíð, sum vit liva í. Eftir sváru koronukreppuna kom kríggj í Evropa, sum hevur elvt til størstu inflasjónina í fjøruti ár. Tað eru avbjóðingar, sum koma uttanífrá, og tað slepst ikki undan, at tað eisini ávirkar fólk og vinnulív í Føroyum.

Tað broytir tó ikki, at Føroyar eru eitt tíðarhóskandi, spennandi og trygt samfelag. Ta fatanina skulu vit styrkja enn meira. Ikki bara við einum romantiskum ella ideologiskum útgangsstøði – men tí tað veruliga er gott og loysir seg at vera her.

Við smærri tillagingum kunnu vit gera tað enn meira liviligt í Føroyum. Her hugsi eg serliga um tey ungu.

Ungdómurin er ein av høvuðsmotorunum í okkara samfelagi, og tað eru møguleikarnar hjá teimum, sum vit serliga eiga at hugsa um. Tað krevur millum annað ein meira rúmligan bústaðarmarknað, soleiðis at tey kunnu seta búgv í góðum og tryggum umhvørvi. Hetta er eisini ein fortreyt fyri at styrkja kappingarførið enn meira.

Tað er við í hesum í huga, at eg sigi, at vit eiga at seta okkum sum mál at fáa dagsins ungdóm at liva og virka í Føroyum í 2035.

Eg eri av góðum grundum bjartskygdur um gongdina.

Her er gott grundarlag fyri at fáa fólk at vera verandi – og at flyta aftur. Her eru sterkir einstaklingar, og ein sterkur felagsskapur. Her er gott og virðiligt samstarv millum alment og privat. Og her eru óvanliga góðar umstøður at bróta upp úr nýggjum, flyta mørk og gera mun.

Tora vit at taka neyðugu avgerðirnar, meðan tíð er, so ivist eg ikki í, at tað ber væl til.

Við Vinnudegnum vilja vit eisini peika inn í framtíðina.

Hesaferð fáa vit íblástur frá Patrycja Riera, sum fer at hugleiða um fjølbroytni og inklusjón á arbeiðsmarknaðinum. Og Ole Jacob Sunde fer at tosa um leiðslu í skiftandi tíðum, segði Jón Sigurdsson.


[object Object]Millum áhoyrarnar á Vinnudegnum var fyrrverandi vinnumálaráðharrin Johan Dahl. 

[object Object]

Ein av høvuðs gestarøðarunum á Vinnudegnum var Ole Ole Jacob Sunde, norskur íverkseti og formaður í m.a. Scott Trust, sum eigur The Guardian og The Observer. Hann hevur stovnað og rikið Formue A/S, har hann nú er nevndarlimur. Á Vinnudegnum greiddi hann frá  ‘Ledelse i turbulente tider’ og  týdningin hjá fyritøkum at flyta seg við tíðini, og tann stóra leiklut  og ábyrgd fyritøkur hava í eini verð, sum broytist støðugt.


Myndir Jan Müller

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder