Inni á Føroya Grótvirki stendur Heini Tausen við langsagina og togast við ein klett. Ein stóran ursa á 30 tons. Gangurin frá sagini er øgiligur, og hon oysir frá sær vatn og støv, so hvørt sum hon etur seg gjøgnum grótið.
Heini Tausen høggur kantarnar á hvørjum einasta heiðursmerki við hond, so hvørt merki er serstakt
Kletturin er sprongdur burtur úr miðfláini, sum gongur tvørtur gjøgnum allar Føroyar. Ein veldig basaltlind, sum eldgosini skaptu, tá ið tey herjaðu í Føroyum fyri 60 milliónum árum síðan. Hugvekjandi, at rógvarar fara at fáa eitt brotpretti av føroyska skapanarverkinum um hálsin á ólavsøku.
Áhugafelagið ólavsøkuróður spurdi Heina, um hann vildi gera arbeiðið, og tað var gamaní. Heini er sjálvur gamal knørramaður og hevur vunnið nøkur heiðursmerki til samans, summi vóru tá eisini úr gróti, sum Árni Ziska, steinhøggari á Strondum, gjørdi.
Hann sløkkir sagina og gevur sær stundir til eitt lítið prát. Tá ið sagin er steðgað, fellur friður yvir.
Fyrstu ferð, at kappróðrarfólk fingu heiðursmerkir úr gróti, var í 1985. Tað var Árni Ziska, sum gjørdi tey. Heini nikkar sannkennandi. “Tú, Árni dugdi so ómetaliga væl. Hann hevði so góðar hendur og gav sær stundir at sita við merkjunum fyri at fáa tey ordiliga góð, men tað putlið hava vit ikki stundir til.
Maskinurnar eru tíbetur øðrvísi nú, og eitt sindur er automatiserað, so úrslitið verður líka gott.”
Hann smílist eitt sindur fram fyri seg. “Kappróður tú, tað vóru tíðir. Halt kipp ikki, nógvar góðar løtur. Ikki bara á stevnu, men eisini til venjing. Onkuntíð stakst upp á okkum at droppa programmið og fara ein túr. Niðan á Hoyvíkshólm at sóla okkum ella til Nólsoyar at fáa pannukakur. Tað var lívið.”
Hann hyggur eina løtu fram fyri seg. “Mær dámar væl, at Ólavsøkuróðurin er farin at gera meira burtur úr tjóðarítróttinum. Nú kunnu øll koma á kaiina og fáa eitt upplivilsi, bæði foreldur, børn, ommur og abbar. Tað er soleiðis, tað skal vera. Øll skulu kunna vera við. Og grótmedaljur eru eisini tað rætta,
sigur hann avgjørdur. “Gakk vekk við hesum plastikkinum. Tað skal grót til grótmenn og grótkvinnur!”
Heiðursmerkini eru høgd úr einum slíkum kletti sum hesum á 30 tons.
Hann flennir. Vit hava sitið eina løtu, men nú tømir hann kaffimunnin, bustar burtur av sær og reisist. Arbeiðið kallar, og skulu heiðursmekini verða klár, so má haldast tørn.
Hann skoðar skurin í grótinum, snerkir eitt sindur ivandi, men sættast so við úrslitið. “Hetta er okey,” sigur hann. “Tað er so skjótt, at grótið er rivnað ella ov poknut, og so má tað kasserast. Á ólavsøku gera rógvararnir sítt allar besta, og so skulu teir eisini hava tað besta. Hvat tá!”
Hann heilsar mær farvæl og setir so ein skitnan fremstafingur á grøna startknøttin á sagini. Ljóðið frá henni floymir út yvir høllina, og hon byrjar at eta seg ígjøgnum meira skopunargrót.
Til ólavsøku fara 257 heiðursmerkir at liggja klár á vinnarapallinum til nummar 1, 2 og 3 í ólavsøkuróðrinum. Øll høgd úr tí gróti, sum Føroyar eru bygdar av.
Heiðursmerkini fáa skap. Nú skulu tey graverast, skerast í smælri stykkir, og kantarnir skulu høggast til.
Graverað heiðursmerki. Tað er Ann-Mari Egholm, sum hevur sniðgivið merkini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald