Lat meg byrja við at takka Tórshavnar Ítróttaráð fyri at hava víst
mær tann stóra heiður at seta ólavsøkuna.
Og lat meg síðan heilsa tykum øllum:
Góðu ítróttafólk, ólavsøkugestir, góðu føroyingar og tykur útisetar,
ið vitja heimaftur.
***
Tað eru líka so nógvar ólavsøkur sum tað eru føroyingar. Hvør av
okum hevur sínar upplivingar at minnast aftur á – og hesar
upplivingarnar skapa eisini vónirnar um, hvussu henda ólavsøkan
skal verða.
Fyri nógv okra er ítróttin – umframt mentanin og setanin av
Løgtinginum – eitt av hæddarpunktunum á ólavsøku.
Fyri mær hevur svimjing og angin av klorvatni altíð verið partur av
ólavsøkuni.
Frá gamla uttandura hylinum til nýggja innandura hylin í Gundadali
– og seinnu árini við at svimja longdina av molanum í villinivatni.
Longu í 1887 tók langommubeiggin, Rasmus Effersøe, ið stendur
her so steinrunnin, stig til kappróður. Og fyri 100 árum síðan sluppu
kvinnurnar eisini upp í part, tá Andrea Árting, tók stig til tað.
Og lat meg brúka henda møguleika at nevna tað ómetaliga
sjálvbodna arbeiðið, ið fer fram innan ítrótt og annað
ungdómsarbeiði.
Uttan øll hesi sjálvbodnu hevði ólavsøkan ikki verið tað, ið hon er í
dag.
Og uttan tað stóra sjálvbodna arbeiði í ítróttini høvdu vit ikki kunnað
leitað út í heim at kappast.
***
Christian Matras er so beinrakin tá hann, í yrkingini »Reikar tú úti
um kavalond«, orðaði seg soleiðis:
Markleys breiðist nú fyri tær fold,
við havsins fløtum so víða
– faðir tín festir ein heim í bond
at liva til evstu tíða.
Yrkingin snýr seg um hetta tvíbýtið, sum føroyingar kenna so væl:
útferðarhugin og hugin av bjóða heiminum av øðrumegin – og so
kæra móðurlandið, Føroyar, og føroyska fólkið, hinumegin.
***
»Markleys breiðist nú fyri tær fold« er fyrsta reglan í hesum
ørindinum.
Heimurin liggur opin, tú kann tað, tú vilt.
Markleys breiðist nú fyri tær fold!
Royn og smakka upp á hatta orðið! »Markleys!«. Uttan forðingar,
uttan avmarkingar. Heimurin er tín!
Og okur hava í hópatali av fólki, sum dagliga taka hesi orðini til sín,
og kasta seg ósmæðin út í heimin uttan mørk ella afturhaldni.
Íverksetarar, listafólk, tónleikarar, vinnulívsfólk, ítróttafólk og aðrir
føroyingar bjóða dagliga heiminum av og tora at hugsa stórt.
Tey hava sannað, at mørkini mangan fyrst og fremst finnast millum
oyruni á okum sjálvum.
Tað er tí fyrst og fremst har, at okur gera av, hvussu langt okur,
tykur – og alt okra land skal náa.
Tí alt okra land kann eisini lesast inn í hesa regluna – Markleys
breiðist nú fyri tær fold.
Henda reglan kann jú eisini eggja okum, sum samfelag og sum tjóð,
til at taka dystin upp.
Hóast okur liggja fjarskotin á eini av heimsins víðu havfløtum, so
eru okur kortini ein partur av heiminum, og okur eiga at tora at
stríðast fyri tí, sum okur ynskja og vilja.
Vilja okur – og arbeiða okur í felag – er einki mark fyri, hvussu langt
okur kunnu koma í heimshøpi.
Tí framdriftin í okra samfelag kemur bara frá okum sjálvum! Tað er
eingin, sum kemur og greiðir tingini fyri okum. Tað er okra áræði og
dirvi, ið ber okum framá.
***
Men Christian Matras yrkir ikki bara um markleysu møguleikarnar.
Hetta ørindi sigur jú eisini, at: »faðir tín festir ein heim í bond, at liva
til evstu tíða«.
Tí hóast tann víða verøldin er opin og markleys, eru tað kortini
bond, ið festa okum til Føroyar.
Fyrst og fremst ættarbond, vinarbond og ástarbond. Men eisini
kærleiksbandið til sjálvt landið.
So tó at okur við áræði hyggja út í heim, er tað týdningarmikið at
okur støðugt halda á við at menna heimlandið, so tað kann »liva til
evstu tíða«.
Og okur mugu eisini halda fast í minninum um tey, ið undan fóru, og
sum lótu okum tað, okur hava. Tað er okra ábyrgd at bera henda
førningin víðari við virðing.
Tey, ið undan fóru, sum fluttu og førkaðu Føroyaland fram á leið,
grundaðu framgongdina á hesar báðar tankarnar:
– At møguleikarnir eru markleysir og forðingarnar fyrst og fremst eru
millum oyruni á okum sjálvum,
– og so kærleiksbandið til hetta vakra landið.
Føroyar verða mangan sagdar at vera ómodernaðar og
afturúrsigldar samanbornar við grannalondini.
Men ivast tú í, hvussu langt okur eru komin, so far ein túr út á
Tinganes. Har er ein gjógv, ið kallast »Suðuroyargjógvin«. Har
segðist, at suðuroyingarnir løgdu at við áttamannafarinum, tá teir
komu til Havnar at handla og halda ting.
Og tá tú stendur har úti á Tinganesi – við Suðuroyargjógv – hygg so
tá Smyril kemur grøvandi inn um molan. Og set so tingini í
perspektiv.
Og sum framburðurin er nú, so verður ikki leingi til suðuroyingar
pussa sær silvurið har suðuri, seta seg í bilin og koyra til Havnar á
ólavsøku uppá eitt eygablik.
Jú, nógv er broytt. Okur eru komin øgiliga langt.
»Markleys breiðist nú fyri tær fold!« Og »Faðir tín festir ein heim í
bond« – hesum framburði og hugburði skulu tykur ungu halda fast í.
***
Og eitt av teimum bondunum, sum heldur hesum samfelagnum
saman – tað er, at okur ansa eftir hvør øðrum. Vísa samhaldsfesti.
At breiðastu herðarnar bera mest.
Lat okum menna samfelagið. Taka ímóti altjóðagerðini. Ikki ræðast
tað fremmanda. Kappast við umheimin og taka av tí, sum
markleysu møguleikarnir á foldum bjóða.
Men lat okum ikki missa tað burtur, ið ger tað so gott hjá okum at
liva júst her.
Tað trygga samfelagið við óstongdum hurðum, lítið av kriminaliteti,
og við tøttum bondum. Tað samfelagið, ið ger, at okra útisetar hava
hug at koma heimaftur, og sum turistar í hópatali nú vilja uppliva.
Hetta finnir tú ikki nógva staðni í heiminum.
Okur mugu tí ikki gerast so altrá eftir tí markleysu fold, at okur
gloyma tað smáa og heimliga.
***
Og júst ólavsøkan er sum ein forstørring av tí smáa og heimliga –
av okra upphavi. Her er alt tað, sum ger Føroyar til tað, tær eru.
Her síggja okur tað, sum okur framhaldandi vilja hava Føroyar at
vera.
Okur síggja samanhaldið. Gleðina. Ernið av landinum. Mentanina
og upphavið. Virðið av tí, sum okra forfedrar góvu okum – eisini
hóast okur verða meiri altjóðagjørd; hóast okur í størri mun kappast
við onnur lond.
Men í dag kappast okur ikki við umheimin. Í dag, ólavsøkuaftan, og
í morgin, ólavsøkudag, njóta okur lívið.
Tí, sum Christian Matras sigur í somu yrking:
»Leikur tín er sum tann ljósi dagur« – ella tann ljósa nátt, kundu
okur kanska lagt afturat.
Gamalt var, at á ólavsøku er fríggingarmyrkt, so hvør veit hvat, ið
kann henda. Møguleikarnir eru markleysir – eisini hesa ólavsøkuna.
Eg skal enda við eini mynd. Tí onkuntíð verður sagt, at okra lív kann
samanberast við eina á.
Okur byrja sum ein spakur, tutlandi áarløkur á einari fjallasíðu.
Síðani vaksa okur í vavi, verða ein á, sum rennur alt stríðari. Summi
verða eins og fossar, ið kasta seg út av brattanum – og stríður
mótvindur kann fáa okum at renna beint upp í loft. At enda renna
okur breið og møk í ósanum, út í tað óendaliga hav.
Men okur minnast lívið, sum tá okur fara tvørturum eina á –
loypandi løgasteini av løgasteini.
Hvør steinur er eitt minni, sum ger lívið vert at liva. Summir steinar
eru breiðir og turrir, aðrir vátir og hálir. Men allir neyðugir fyri at fáa
okum tvørturum – og allir ógloymandi.
Vónandi verður henda ólavsøkan ein góður, breiður, turrur steinur,
sum okur við gleði fara at minnast aftur á restina av lívinum.
Hervið er ólavsøkan tveytúsund-og-átjan sett.
Takk fyri – og góða ólavsøku øll somul!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald