Uttanlands

Ole Andersen leggur ikki frá sær sum nevndarformaður í Danske Bank

Tað er ringt fyri bankan, um bæði forstjórin og nevndarformaðurin leggja frá sær samstundis, segði hann á tíðindafundi

Mynd: CBS

Mynd: CBS

2018-09-19 12:12 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ole Andersen, formaður í nevndini hjá Danske Bank, hevur ikki ætlanir um at fara úr starvinum. Tað segði hann, tá hann bleiv spurdur á tíðindafundi í morgun.

Ole Andersen segði, at hann umhugsaði at fara frá, men hann heldur tað vera ringt fyri bankan, um bæði nevndarformaðurin og forstjórin leggja frá sær samstundis.

"Eg veri verandi til uppgávan er loyst," segði hann.

Tó er tað ikki óhugsandi, at hann fer úr starvi seinni, men sambært Ole Andersen er tað eisini upp til partaeigararnar, hvør situr í nevndini.

Les eisini: Thomas Borgen fer frá sum forstjóri í Danske Bank

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder