Innanlands

Óli Breckmann: Hvar fór tað Týskland sum skuldi yvirtaka Evropa

Nevnarlimurin í valfelagnum hjá Fólkaflokkinum í Havn saknar effektivitetin, sum var í Týsklandi fyri tveimum ættarliðum síðani

Savnsmynd

Savnsmynd

2018-08-03 21:00 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

Øll kenna Óla Breckmann sum ein karismatiskan politikkara, sum ofta er heldur harðligur, tá hann viðger ymisk evni. Eftir at Óli frá frá sum politikkari og studentaskúlalærari hevur hann verið útvarpsvertur fyri egnari sending, sum nevnist Andøvsløtan og verður send á R7. Har viðger hann ymisk evnir út frá egnum sjónarhorni.

Í Andøvsløtuni, sum var send í gjár, viðgjørdi nevndarlimurin í Havnar Framburðsfelag millum annað  eina týska løgregluinnrás ímóti 62 skøkjuhúsum. Hann segði, at 1500 løgreglufólk høvdu verið við í innrásini og at 7 fólk vóru handtikin og gjørdi gjøldur við, hvussu óeffektiv týska løgreglan var.

- Hvat bleiv av tí Týsklandi, sum fyri bert tveimum ættarliðum síðani, kláraði at mobelisera 15 milliónir herðmenn at herðtaka alt Evropa frá Nordkap til El Alamein, og frá Brest til Stalingrad, at banka 7 sløg av lorti burtur úr Stalin og Sovjet, segði hann tá millum annað. 

Óiva hevur Óli Breckmann sipað til innrás sum var gjørd í Týsklandi fyri fýra mánaðum síðani, tá løgreglan sambært Reuters fann 52 fólk, sum vóru undir illgruna fyri menniskjahandil, tvingaðan skøkjulevna og ikki at gjalda skatt og løn. Talan var tá um, at 1500 løgreglufólk, ákærufólk og skattaembætisfólk savnað stóðu aftanfyri aktiónina. 

Við at trýsta á her ber til at hoyra alt, sum Óli Breckmann segði í sendingini í gjár.  

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder