Í Filipsoyggjunum hevur eitt omanlop nærindis býnum Naga á oynni Cebu kravt í minsta lagið 22 mannalív. Tað skrivar DR.
Sambært lokalu myndugleikunum eru uml. 50 fólk horvin, og uml. 300 løgreglufólk, sløkkiliðsfólk og onnur bjargingarfólk hava leitað í grótinum eftir fólki í alla nátt.
Enn royna fólk í Filipsoyggjunum at koma fyri seg, eftir at oyggjarnar vórðu raktar av melduródnini Manghkut, sum í síðstu viku kravdi í minst alagið 88 mannalív í norðara partinum av landinum.
Oyggin Cebu varð ikki beinleiðis rakt av ódnini, men oyggin hevur í fleiri dagar verið plágað av ógvusligum monsunregni.
Cebu er væl umtókt hjá ferðafólkum, og í Naga búgva fleiri enn 100.000 fólk.
Les eisini: Melduródnin elvdi til jarðskjálvtar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald