Tað er ikki eydnast Sjálvstýri at fáa nakra kvinnu at stilla upp fyri flokkin. Higartil eru bert komnir tíggju mans á listan. Ein kvinna hevur verið upp á tal, men hon tók seg av aftur.
- Vit hava roynt. Eg havi ringt til nógvar kvinnur, sum hava umhugsað og ivast fyri síðan at boða frá, at tær ikki eru áhugaðar. Satt at siga, so veit eg ikki, hví at kvinnurnar ikki eru áhugaðar, tí vit vita frá kanningum, at stórur partur av okkara veljarum eru kvinnur.
Soleiðis segði Jógvan Skorheim í viðmerkingina til 100 prosents ójavnvágina millum kynini á listanum.
Freistin at lata listarnar inn til løgtingsvalið er leygardagin kl. 18 og til ta tíð er møguleiki at fáa kvinnur á listan, so er tann boðskapurin farin víðari.
Til seinasta løgtingsval vóru tað teir báðir tinglimir floksins, Jógvan Skorheim og Kári P. Højgaard, sum fóru við nógv teimum flestu atkvøðunum. Skorheim fekk 389 og Højgaard 352. Ongin av hinum 15 valevnunum komu upp á 70 persónligar atkvøður.
Kári P. Højgaard stillar sum kunnugt ikki uppaftur, so har eru nógvar leysar atkvøður at heinta.
Triðji maður á sjálvstýrislistanum seinast var Bárður Kass Nielsen, sum sat á tingi meðan Skorheim røkti borgarstjórasessin í Klaksvík burturav í seinastu býráðssamgongu.
Síðan komu Bjørn á Heygum, Rúna Sivertsen og Rógvi Fossadal. Ongin teirra stillar upp aftur hesaferð. Yvirhøvur eru tað bert fimm av teimum 17, sum stillaðu upp seinast, sum eru á listanum hesaferð.
Ein av teimum nýggju á listanum er fyrrverandi formaður floksins, Sámal Petur í Grund, sum er komin aftur í Sjálvstýri eftir at hann stillaði upp og fekk 67 atkvøður á listanum hjá Framsókn seinast.
Fyribils listin hjá Sjálvstýri sær soleiðis út:
Bárður Kass Nielsen
Heri Danielsen
Jens Heri Bolstad Mortensen
Jógvan Skorheim
Olgar Nielsen
Pól Jákup Poulsen
Rúni Jacobsen
Sámal Petur í Grund
Terje B. Vestergaard
Zacharias Wang
Les eisini: Sjálvstýri fer eftir familjuni og grønu kósini
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald