Uttanlands

Ongin summarskíðing í Noregi í ár

Jøklarnir hvørva í nógva summarhitanum

Kavin er við at bræða burtur á Galdhøpiggen í ár (Mynd: NRK)

Kavin er við at bræða burtur á Galdhøpiggen í ár (Mynd: NRK)

2019-07-31 13:33 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað verður ikki møguligt at aka á skíð í summar í Noregi í ár. NRK skrivar, at Galdhøpiggen sommerskisenter í gjár lat aftur fyri summarskíðarum orsaka av kavatroti.

Hetta er sætta ferðin síðan 2006, at hetta staðið ikki megnar at halda opið gjøgnum summarið, hetta hóast skíðlyftirnar vórðu fluttar nakað niðaneftir fyri nøkrum árum síðani.

Men jøkulin, sum skíðað verður á, er styttur átta metrar hetta sama tíðarskeiðið.

Galdhøpiggen er ikki einasta summarskíðstað, sum letur aftur. Folgefonna (Fonna Glacier Ski resort), Stryn sommerski og Sognefjellet sommerskisenter hava eisini latið aftur, og sostatt er ikki møguligt at standa á skíðum í Noregi í summar, skrivar NRK.

- Vit hava latið aftur fyrr um summarið, men í ár er tað ekstremt. Eg havi ikki sæð slíka snjóbræðing fyrr, sigurin leiðarin fyri skíðsentrið í Folgefonna.

Við Galdhøpiggen í Jogunheimin iðra tey seg um, at tey mugu steingja. Tí hetta fer at raka ferðandi úr øllum heiminum, sum høvdu ætlanir um at fara til Noregs at standa á skíð, tí at skíðstøðini í Alpunum nú eisini eru stongd orsaka av hitanum í ár.

Skíðsentrið við Galdhøpiggen hevur stongt fyri almenninginum, men tað er kortini so mikið av kava og ísi, at royndir akarar, sum eru limir í skíðfeløgum framvegis hava møguleika fyri at venja á staðnum.  

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder