Uttanlands

Ongin vandi av flóðalduni

Hægsta aldan var 72 sentimetrar

2018-12-05 12:51 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Hóast íbúgvarnir í oyggjaríkjunum Ný Kaledonia og Vanuatu fingu ein hvøkk, tá ein jarðskjálvti risti oyggjarnar, so var kortini ongin vandi fyri flóðaldu, tsunami.

Tað var seinnapartur har yviri, tá jarðskjálvtin rakti tíðliga í morgun okkara tíð, 165 kilometrar frá landi. Skjálvtin vísti 7,6 á richterskalanum og amerikanski flóðaldustovnurin á Hawaii, PTWC, sendi út eina altjóða flóðalduávaring.

Men flóðaldan misti megi sína áðrenn hon rakti land, skrivar AFP.

PTWC ávaraði móti aldum upp í tríggjar metra hædd, og íbúgvar á oyggjunum vórðu ráddir til at leita sær burtur frá sjóvarmálanum. Men tann hægsta aldan varð máld til 72 sentimetrar. Tað var á oynni Tanna í Vanuatu. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder