Ongin vandi er á ferð við manningini á norska rækjutrolaranum, sum rendi á land norðalaga á Svalbarð í dag.
Skiparin umborð á skipinum sigur við Svalbardposten, at allir mans høvdu tað gott, vóru farnir í yvirlivilsisbúnarnar og bíðaðu eftir at verða tiknir upp av bjargingartyrlunum.
Bjargingartyrlurnar eru nú komnar fram.
- Ongin av monnunum hevur verið í sjónum, sigur leiðarin á bjargingartænastuni í Norðurnoregi.
Menninir verða nú fluttir til sjúkrahúsið í Longyearbyen til kanningar. Sambært veðurstovuni yr.no eru 20 kuldastig í økinum og fitt av vindi.
Talan er um rækjutrolaran Northguider, heimahoyrandi í Bergen, sum rak á land norðalaga í Hinlop-sundinum, og stendur nú við eini slagsíðu á 20 stig. Einki verður sagt um, at skipið skal vera í vanda fyri at søkka.
Vit skrivaðu fyrr, at manningin var farin í bjargingarbátarnar, men so er ikki. Sum skilst, verða teir tiknir upp í tyrlurnar beinleiðis av skipinum.
Bjargingartænastan í Norðurnoregi fekk fyrsta neyðarkallið frá skipinum klokkan 13.22 lokala tíð.
Bjargingarskipið Barentshav hevur sett kósina móti økinum, har rækjutrolarin er farin á land, men væntast ikki frammi fyrr enn einaferð í morgin, skrivar Svalbardposten.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald