Uttanlands

Ongland letur uppaftur

Nú kunnu pubbir og matstovur lata uppaftur – men bert uttandura

Boris Johnson (Mynd: EPA)

Boris Johnson (Mynd: EPA)

2021-04-12 07:29 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í dag kunnu handlar, frisørar og venjingarstøðir í Onglandi lata uppaftur, og tað verður eisini møguleiki fyri at eta og drekka á barrum, pubbum og matstovum, men bara uttandura.

Sambært Boris Johnson, forsætisráðharra, tekur landið nú “eitt stórt fet” móti meira frælsi aftur og færri avmarkingum orsaka av koronafarsóttini.

Triðja bylgjan í koronafarsóttini rakti Ongland hart í byrjanini av árinum, og fleiri hundraðtúsund fyritøkur hava síðan verið afturlatnar í royndini at byrgja upp fyri serliga tí smittandi útgávuni av korona, kallað B117.

Orsøkin til jaligu gongdina er, at tað hevur gingið væl við koppsetingarætlanini í Onglandi. Higartil hevur um helmingurin av teimum voksnu onglendingunum fingið fyrra prikið.

Samstundis er talið av deyðum, sum kunnu setast beinleiðis í samband við smittuna fallið við 95 prosentum síðan í januar, tá tað doyðu yvir túsund fólk um dagin.

Samstundis er talið av nýggjum smittutilburðum fallið 90 prosent síðan smittan var um tað hægsta um miðjan januar, skrivar Ritzau.

Í gjár doyðu sjey fólk við koronasmittuni, og tað er lægsta talið síðan 14. september.

Um henda gongdin heldur fram varða enn fleiri avmarkingar tiknar úr gildi í næstum, hevur Boris Johnson lovað.

- Eg eri vísur í, at tað verður ein stórur lætti fyri teir fyritøkurnar, ið hava verið afturlatnar so leingi, og fyri øll onnur at fáa ein annan møguleika at at gera summi av teimum tingum, sum vit elska og hava saknað, segði forsætisráðharrin í gjár.

Síðan farsóttin byrjaði, eru 127.000 fólk deyð við koronasmittu. Hetta svarar til 184 deyð pr. 100.000 íbúgvar, skrivar Ritzau. Til samanberingar er talið 41 pr. 100.000 íbúgvar. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder