
Í døgunum 22. og 23. oktober, verður Orkustevnan 2021 á skránni í Høllini á Hálsi í Havn. Ókeypis atgongd er fyri almenninginum.
Orkustevnan er størsti framsýningar- og vitanarpallur innan orkumál í Føroyum. Endamálið við stevnuni er at kunna um orkumál, og at økja um virksemi innan hesa vinnu. Upplýst verður um møguleikarnar innan orkuloysnir - t.d. grøna, alternativa, varandi og aðrar orkukeldur. Málið er, at endabrúkarin verður kunnaður um viðkomandi orkuviðurskifti og fær greiðu á kunning og vørum á marknaðinum.
Á Orkustevnuni vísa føroyskar fyritøkur og stovnar fram sínar vørur og tænastur. Almennir fyrilestrar verða eisini um orku- og umhvørvismál, har serfrøðingar á økinum viðgera viðkomandi evni.
Til ber at lesa meira um Orkustevnuna 2021 á www.orkustevnan.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald