2018-12-05 12:05
Tann 25. februar 2019 verður Oscar príshandanin hildin fyri 91. ferð. The Academy, sum skipar fyri Oscars, hevur nú kunngjørt, at ársins vertur verður amerikanski skemtarin Kevin Hart.
Kevin Hart hevur veruliga fingið ferð á sína yrkisleið seinastu árini, og nú verður hann vertur fyri størstu filmspríshandanina í heiminum.
Kevin Hart skrivar á Instagram, at hann í fleiri ár hevur spurt, um hann kundi sleppa at verða vertur, og at hann er ovurfegin um at hann nú fær møguleikan.
"I'm so happy to say that the day has finally come for me to host the #Oscars." - @KevinHart4real
— The Academy (@TheAcademy) December 5, 2018
So are we. pic.twitter.com/DzZaKpdnYW
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald