Uttanlands

OSCE-eygleiðarar til val í Svøríki

Tá sviar fara á val, er atkvøðugreiðslan ikki eins loynilig og í Føroyum

Mynd: DR

Mynd: DR

2018-09-09 16:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tá sviar fara á val í dag, er mannagongdin ein onnur, enn vit eru von við her í Føroyum.

Fleiri finnast at svensku mannagongdin, ið hevur vakt ans, og fingið OSCE - Evropeiska Trygdar- og Samstarvsfelagskapin, at senda eygleiðarar til valið.

Tað eru atkvøðuseðlarnar, tað snýr seg um. Akkurát sum í Føroyum fáa sviar valkort sendandi við postinum, sum tey skulu vísa á valstaðnum, men tað er eisini einasta líkheitin.

Í Føroyum fáa vit ein atkvøðuseðil við øllum flokkunum á, men í Svøríki er ein atkvøðuseðil fyri hvønn flokk, og teir eru eyðmerktir við floksbúmerki og litum, ið ger tað lætt hjá øðrum at síggja, hvønn flokk mann kundi hugsað sær at atkvøða fyri. Á tann hátt er valið ikki líka loyniligt sum her heima.

Tað er møguligt at taka fleiri atkvøðuseðlar við sær inn í básin, og finnur mann ikki ein atkvøðuseðil hjá tí flokkinum, mann ynskir at atkvøða fyri, kan man skriva navnið á flokkinum á ein blankan atkvøðuseðil.

Sambært DR hava flokkar eisini sent atkvøðuseðlar við postinum framanundan, meðan har eisini standa umboð hjá ymsu flokkunum á valstaðnum og handa út atkvøðuseðlar.

Lítlu flokkarnir skulu sjálvi syrgja fyri at veita atkvøðuseðlar til øll valstøð, og tí kann tað gerast trupult at gerast sjónlig á øllum valstøðunum.

Inni í básinum setur veljarin kross við tann flokkin ella tað umboðið, viðkomandi ynskir at atkvøða fyri, og koyrir síðani seðilin í ein brævbjálva, ið verður latin inn á valstaðnum. Síðani verður veljarin skrásettur og skal vísa samleikaprógv, og so verður brævbjálvin koyrdur saman við hinum atkvøðunum.

Hetta er fyrstu ferð, at OSCE hevur sent eftirlitsfólk til eitt val í Svøríki.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder