Skúlablaðið: Nú nýggjársrøða løgmans nærum gav útlit til fartelefonbann í skúlunum, hava ymisk sjónamið verið frammi um hetta evnið. Jona Højsted, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, hevur eisini hugleitt um evni.
Sí eisini: Løgmaður vil banna telefonum í fólkaskúlanum
Hjá Gitte Klein sum leingi hevur víst á avleiðingarnar við ov nógvari netnýtslu, vóru hetta góð tíðindi. Gitte Klein, sum er lærari og sálarfrøðingur, hevur í sínum drúgva og áhaldandi arbeiði roynt at vísa á, at telefonnýtsla, sosialir miðlar og annað ikki altíð hava jaliga ávirkan á okkara børn. Hon hevur støðugt víst á, hvussu algoritmur taka tíðina frá børnunum.
Vit, sum hava lurtað eftir Gitte Klein, eru ikki í iva um, hvør hennara hugsan er. Onnur eru ikki so opin fyri einum fartelefonbanni. Grundgevingarnar eru oftast, at vit liva í eini framkomnari tøkniligari tíð, og børn og ung eiga at læra at brúka hesa tøknina, og tí eiga vit í skúlunum at læra næmingarnar, hvat skilagóð tøkninýtsla er.
Sjálv eri eg uppvaksin í eini tíð, har mest framkomna tøknin var sjónvarp. Seinni kom video, og størsta tøkniliga undirhaldið var eitt bib-bib-spæl. Her kundu vit sita í tímar og spæla sama spælið við ongum øðrum endamáli enn at náa mesta stigatalinum. Helst hava vit lært nakað av áhaldni við hesum spæli, men ikki kann sigast annað enn, at hetta var bara undirhald.
Soleiðis er ikki í dag. Tøknin er soleiðis skikkað, at vit keðast ikki; algoritmur gera tað soleiðis, at vit áhaldandi verða víst á okkurt nýtt, sum hevur okkara áhuga, ikki tí at tað er gagnligt, men tí hetta ger, at vit verða verandi á miðlinum. Eisini børnini verða á hendan hátt undirhildin av fínum vælskipaðum algoritmum, sum gera, at tíðin til annað spæl dettur burtur.
Hvørt snildfonin hevur alla ábyrgdina, dugi eg ikki at meta um, men tað gerast alt fleiri næmingar, ið hava trupulleikar við at hugbinda seg. Serliga tá næmingar skulu arbeiða við onkrum, sum tykist trupult, er áhaldni ómetaliga stutt. Tað sýnist, sum tað mesta gerst keðiligt eftir stuttari tíð. Tey eru von við at hoppa ímillum, og oftast at leypa tað um, sum ikki hevur størst áhuga beint nú.
Tað er ongin ivi um, at snildfonin hevur ávirkað okkum øll. Vit eru nærum altíð tøk. Vit svara teldupostum eftir fáum minuttum, eru nærum altíð klár at svara, tá telefonin ringir, og tað er vorðið nógv skjótari at fáa ymisk viðurskifti avgreidd. Hetta ger, at heimalívið og arbeiðslívið flóta saman. Soleiðis er eisini hjá næmingunum í fólkaskúlanum, tey fáa ymisk boð á telefonina í skúlatíð, og eins og flest okkara vilja tey vita, hvat hvørji boðini eru, og møguliga eisini svara boðunum.
- Sjálv veit eg ikki, um fartelefonbann er rætti vegurin at fara, men eg síggi, at fartelefonin ávirkar hugsavnanina hjá næmingunum. Um eg sum undirvísari eigi at hava ábyrgdina av, at næmingarnir læra, nær tað er gott, og nær tað er óheppið at geva telefonini gætur, loyvi eg mær at ivast í.
Eg hugsi, at vit, sum undirvísa í fólkaskúlanum, munnu hava somu avbjóðing við snildfonini, sum flest onnur. Vónandi fara tey, sum eiga avgerðarrættin á hesum økinum, at taka røttu avgerðina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald